Fótbóltur
Um Føroyar leygardagin fara at megna at fáa stig, tá ið mótstøðuliðið á Tórsvølli verður italsku heimsmeistararnir, so verður talan um eina tí størstu sensatiónina nakrantíð í altjóða fótbóltssøguni – eisini størri enn tá ið Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona fyri knappliga seytjan árum síðani.
Tað verður fullsett kring Tórsvøll, og tað er greitt, at metið hvat tíðindafólkum viðvíkur verður tikið leygardagin.
At tað kring fótbóltsheimin ikki uttan víðari fer aftur við borðinum, at Italia fer at vitja í Føroyum sást á listanum yvir fjølmiðlafólk, sum fara at møta upp leygardagin.
Tað er ikki bara ítróttarliga, at avbjóðingin móti heimsmeistarunum er størsta takið, sum føroyskur fótbóltur skal undir. Eisini fyrisitingarliga er talan um rimmar uppgávu.
21 myndafólk, 61 skrivandi tíðindafólk, 18 útvarpsfólk og 58 sjónvarpsfólk hava teknað seg til dystin. Tað er væl meiri enn metið innan fjølmiðlaumboðan higartil. Tað varð sett, tá Týskland vitjaði. Tá vóru um 115 fjølmiðlafólk til staðar.
Umframt mongu fjølmiðlafólkunum, so skal FSF eisini hýsa hópin av sonevndum VIP’arum. Hesi verða úti við 300 í tali, og tí er ikki hugsingur um at hýsa øllum í sjálvum FSF-húsinum. Tí verða tvey tjøld sett upp á Niðara vølli í Gundadali. Eitt til fjølmiðlafólkini og eitt til part av VIP-gestunum. Seinastu 120 VIP’ararnir sleppa at halda til í sjálvum FSF-húsinum.