Fólkateljingin 2011 er nú farin í gongd.
Í hesi vikuni bera teljarar hjá Manntal spurnabløð út í hvør hús í landinum.
Teljidagurin er 11. november 2011. Í tíðarskeiðnum til 1. desember koma teljararnir aftur eftir spurnabløðunum.
155 teljarar eru settir í starv í 4 vikur. Landið er býtt upp í 17 teljidømi við hvør sínum dømisleiðara.
Í Føroyum eru umleið 19.000 húski, sum í hesum døgum fáa spurnabløð borin út. Eisini felgabýli, eitt nú røktarheim, sambýli og líknandi fáa vitjan av einum teljara.
(MYND: Tey eru til reiðar í Manntali)