Seinasta dagføringin frá Eysturoyartunnlinum vísir, at góðir 154 metrar eru nú sprongdir á Strondum.
Fylgjast kann við gongdini her.
Arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin skal verða liðugt í 2019-20 og verður tilsamans góðar 11 kilometrar.
Væntandi verður koyritíðin úr Klaksvík til Havnar stytt úr einum góðum tíma niður í 36 minuttir.