Fyrr í vikuni legði Tróndur Vatnhamar út eitt videobrot á sín Facebook vanga. Endamálið var at fáa fólk at stuðla átakinum "Meðan vit bíða".
Í dag er greitt, at yvir 15.000 fólk hava sæð videobrotið, og fleiri hundrað hava sent smsboð inn.
Tróndur skrivar á Facebook í dag:
- Seinasti møguleiki at luttaka í einum endamáli, sum kanska gevur tykkum meiri enn tit lata og ikki at gloyma gleðina við at hjálpa.
Tróndur heldur tað vera rørandi, at yvir 15.000 fólk eru rokkin við videobrotinum.
- Serliga tí, at høvðusendamálið við "krossferðini" var at seta fokus á hettar øki, sigur Tróndur.
- Higartil hava fleiri hundrað sent "kvittan" inn, bæði sum privat boð, á vanga og undir video, vísur hann á.
Men samstundis heitir hann á fólk, um at taka eitt seinasta hál, og senda eitt seinasta smsboð inn til 1940. Í smsboðunum skal standa BARN við stórum, og tá letur tú 50 krónur til børn, sum liva í fátækraváða.
Tú kanst síggja videobrotið hjá Tróndi Vatnhamar her:










