1500 rúmmetrar skulu ruddast burtur

Nú boringin av Eysturoyartunlinum skjótt er komin í helvt, er arbeiðið eisini byrjað á Gomlurætt at gera klárt til tunnilsmunnan.

Nú boringin av Eysturoyartunlinum skjótt er komin í helvt, er arbeiðið eisini byrjað á Gomlurætt at gera klárt til tunnilsmunnan til Sandoyartunnilin.

 

Tað er longu væl síðan, at arbeiðsvegur varð bygdur úr landsvegnum norðan fyri Meginskúlan í Traðardali og eystur til lendið, har tunnilsmunnin verður í Sandoynni.

 

Á Gomlurætt hevur i nakrar dagar verið arbeitt við at rudda grót burtur, sum liggur undir berginum eystan fyri parkeringsplássið og suður imoti har, sum tunnilsmunnin verður.

 

Tað er fyritøkan P/F HV Lützen, sum ger arbeiðið á Gomlurætt, og her verður broyt og lasbilur brúktur til stóru klettarnar, sum viga upp í fleiri tons.

 

Hjá fyritøkuni P/F HV Lützen verður sagt, at tilsamans skulu 1500 rúmmetrar av gróti ruddast og koyrast burtur av Gomlurætt, soleiðis at arbeiðið við tunnilsportalinum kann byrja.