Nú ein grind fyri løtu síðan legði beinini á Sandi, verður mett, at talan er um 150 til 200 hvalir, helst nærri 200. Sagt verður av Sandi, at tað gekk væl at halda grindini til.
Fleiri bátar vóru við í rakstrinum, og á sandinum vóru fólk, sum tóku ímóti. Drápið gekk bæði skjótt og væl, og væntandi er, at grindin verður býtt til alla sýsluna.
Í Sandoyar sýslu eru - umframt bygdirnar í Sandoynni, Skopun, Sandur, Skálavík, Húsavík, Dalur, Djúpidaur og Skarvanes - eisini Skúvoy og Stóra Dímun.
Tað eru eftirhondini nøkur ár síðan, at grind seinast doyði í Sandoynni. Seinasta grindin á Sandi var sonevnda Sea Shepherd-grindin hin 30. august í 2014.
##med2##