150 ár síðani »Origin of the species« var prentað

Ein hin kendasta og mest umtalaða bókin, Origin of the species hjá Charles Darwin var prentað fyri júst 150 árum síðani

Í ársfrágreiðingini hjá vís­indaliga felagsskapinum »The Linnean Society« fyri 1858, stendur at lesa, at einki serligt hendi hetta árið. Men tað er ógvuliga langt frá sannleikanum, tí 1. juli í 1858 kunngjørdi Charles Darwin evolutións­teori’ina fyri nøkrum fáum útvaldum limum í The Linneaa Society. Og hvørt ein er fyri ella ímóti teori­unum hjá Charles Darwin, so svitast ikki, at fáar teoriir hava havt so stóra ávirkan á vísindina kring heimin.
Og enn í dag, hálvaaðru øld síðani teoriin hjá Char­les Darwin var prentað, kjakast fólk í hópatali kring heimin um teoriirnar hjá Charles Darwin. 12. februar í ár vóru liðin 200 ár síðani, at Charles Darwin var borin í heim, og hevur hetta árið verið merkt nógv av 200 og 150 ára døgunum hjá Charles Darwin.
Noyddur at almannakunngera
Upprunaliga var tað als ikki ætlanin hjá Charles Darwin at kunngera sínar tankar tann 1. juli í 1858. Hetta hóast hann hevði skrivað eitt verk um evolutións­teoriina í meira enn 20 ár. Charles Darwin hevði bara lagt teoriina fram fyri nøkr­um av sínum bestu vinum. Ein ungur sosialistur, sum nevndist Alfred Russel Wallace noyddi Charles Dar­win at almannakunngera sínar hugsjónir.
Wallace var undir einari ferð til Indonesia og Ma­­lays­ia komin til somu niðurstøðurnar, sum Darwin hevði í evolutiónsteoriini. Wallace skrivaði sínar hugsjónir niður í eitt bræv, og sendi brævið til Charles Darwin í Onglandi.  Sam­skifti við Alfred Russel Wallace førdi til, at ein minniligur fundur var hildin í The Linnean Society í London, har handritini hjá Charles Darwin og Alfred Russel Wallace vóru lisin upp fyri teimum, sum vóru til staðar. Aftaná minniliga fundin, fór Charles Darwin í holt við at skriva eina bók, sum var greidd til prentingar heystið í 1859.  Og fyri júst 150 árum síðani kom bókin á gøtuna í Onglandi.
Nógv kjak
150 ára gamla bókin elvir enn til nógv kjak kring all­an heimin. Kristnir ”krea­tion­istar”, Inteligent Design -viðhaldsfólk stríðast ímóti teoriunum hjá Charles Dar­win, bæði í skúlum og á internetinum. Men tað eru ikki bara kristin, sum eru ímóti evolutiónsteoriina hjá Charles Darwin. Prote­stant­ar, katolikkar, muslimar og jødar stríðast allir ímóti evolutiónsteoriini.
Størsti parturin av kjak­inum fer fram á internet­inum. Nógvir vísindaligir stovnar og lærdir háskúlar kring heimin hátíðarhalda 150 ára dagin fyri bókini hjá Charles Darwin. Sein­astu árini er kjakið vorðið enn meiri litríkt. Ein nýggj­ur bólkur er komin fram, sum nevnir seg ”kristnir dar­winistar”, fólk sum vilja foreina eina gudstrúgv við evolutiónsteoriina. Í gjár­kvøldið var kjak í ungdóms­sendingini, Refleks hjá Heimamissiónini á Rás2.
Kjakið var millum krea­tion­istin, Eivind Mouritsen, og Arna Zachariassen, sum er við í felagsskapinum ”Dialogos”, sum er ein felagsskapur fyri kristnar, før­oyskar darwinistar. Kreatonisman er nú ikki long­ur ein kristin eindar­mentan í Føroyum. Darwin fer óivað at øsa, arga, frøða og gleða nógv fólk tey næstu 150 árini, eisini í Føroyum.