Fleiri enn 150 Navalnyj-syrgjandi eru dømd í fongsul

AFP veit at siga, at í minsta lagi 400 syrgjandi, sum hava lagt blómur og hava tendrað ljós, higartil eru handtikin í Russlandi.

Russland hevur higartil dømt 150 fólk, sum hava víst sína sorg í samband við deyða, Aleksej Navalnyj, í fongsul.

 

Tað veit tíðindastovan, AFP, at siga í kvøld.

 

Tað var hin 16. februar, at fongslið, har Aleksej Navalnyj hevur sitið, boðaði frá, at politiski andstøðingurin hjá russisku stjórnini var deyður.

 

AFP veit at siga, at í minsta lagi 400 syrgjandi, sum hava lagt blómur og hava tendrað ljós, eru handtikin í Russlandi.

 

Bara í St. Pætursborg eru 154 fólk dømd upp í 14 dagar fongsul fyri at hava brotið strongu reglurnar hjá Russlandi um mótmæli.

 

##med2##

 

 

 

Aleksej Navalnyj gjørdist bert 47 ára gamal. Hann varð føddur hin 4. juni í 1976.