Her oman fyri tunnilsmunnin uppi á Villingardalsvegnum verða tær 150 íbúðirnar bygdar

150 íbúðir byggjast við Villingadalsvegin

Tórshavnar kommuna samtykti í gjár eina ætlan um at byggja 150 íbúðir ovast uppi á Villingadalsvegnum í Havn

 

Her oman fyri tunnilsmunnin uppi á Villingardalsvegnum verða tær 150 íbúðirnar bygdar

Talan er um tveir matriklar ovast á Villingadalsvegnum, tann niðari er oman á sjálvum tunnilsmunnanum til Húsareynstunnilin, sum nú er í gerð.

Tórshavnar kommuna hevur í fleiri umførum lýst við hesum stykki fyri at fáa bygt luta- ella leiguíbúðir har.

Kommunan skrivar, at tá freistin at lata tilboð inn var farin tann 13. februar 2023, var einans eitt tilboð móttikið. Hetta tilboðið var frá RMP Projektmenning, og var tilboðið áljóðandi 7,7 milliónir krónur. krónur. Eftir samráðingar er upphæddin tó hækkað til 10 milliónir krónur.

Bústaðirnir vera eitt bland av leigubústøðum og lutabústaðareindum, har støddirnar vilja liggja millum 60 fermetrar og upp í 125 fermetrar. 

– Roknað verður við, at lidna projektið vil telja umleið 150 bústaðir, við eini miðalstødd á umleið 85 fermetrar. Burturúr samlaðu mongdini á projektinum á 150 bústøðum verður stovnsett eitt lutaíbúðarfelag fyri 39 eindir, skrivar býráðið í frágreiðingini frá býráðsfundinum í gjár.

– Hesar eindirnar eru ætlaðar at bjóða út longu í projekteringsfasuni – aftan á at byggiloyvið er fingið til vega. Ætlanin er at byggja felagshølir til veitslur og onnur tiltøk hjá íbúgvunum.

Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjár.

RMP Projektmenning er føroyskt skrásett felag, sum felag hjá Regin Petersen, Reca SpF, Vaunguard ApS og MFU ApS eiga hvør sín triðing í. Felagið Sp/F Reca hjá Regin Petersen eigu 77 prosent í HVT (fyrr Húsavarðatænastan). Talan er um somu feløg, sum eru við í verkætlanini um at byggja íbúðir á økinum hjá P/F Frants Restorff í miðbýnum í Havn.

 

 

Her oman fyri tunnilsmunnin uppi á Villingardalsvegnum verða tær 150 íbúðirnar bygdar