§ 15, stk. 3 í uppskotinum til Stjórnarskipan Føroya er áhugavert at lesa!

Í sambandi við oddagrein í einum av dagbløðunum og einkulta grein um sama evnið, loyvi eg mær hesa viðmerking.


Hánt verður í omanfyrinevndu greinum hildið um møguleikan at senda út til fólkaatkvøðu avgerð, sum er tikin á Løgtingi. Ja, tosað verður beinleiðis um manglandi demokratiska hugsan av teimum, ið so mikið sum hýsa hesum tanka.

Men hyggja vit í uppskotið til nýggja stjórnarskipan, ið serfrøðingar og politikkarar hava brúkt nærum 7 ár at evna til, so lesa vit um júst hetta í § 15, stk 3:

Eru tingmenn ónøgdir við samtykta tinglóg, kann triðingurin av tingmonnum krevja lógina lagda fyri fólkið í síðsta lagi viku eftir, at hon er samtykt.

Her sæst, at teir, ið um slíka fólkaatkvøðu hugsa, hava ikki verið fjart heiman at finna íblástur.