15 mans fórust við Verdandi

Seinasta ferðin hjá sluppini Verdandi

”Verdandi” varð bygd í Yarmouth í Onglandi í 1884 og merkt til 85 brt. Motorurin var ein 47 HK Skandia við einum sylindara.
Tað vóru feðgarnir Símun og Esbern Simonsen á Høgabóli í Saltangará, sum áttu skipið.
Hin 16. september 1944 fór ”Verdandi” seinastu ferð sína til Íslands.
Roynt varð við línu á Norðurlandinum. Tað hevði verið vánaligt veður har á leiðini hetta heystið, og striltið gekst at fáa so frætt, at tað loysti seg at fara til Aberdeen at selja.
26. oktober kl. 13 fór skipið av Siglufirði til Reykjavíkar, og var ætlanin at keypa so mikið av fiski, sum restaði í fulla last. Á Siglufirði vóru tveir mans komnir umborð sum ferðafólk. Hesir báðir, sum høvdu arbeitt í Íslandi, ætlaðu sær at fáa fart úr Reykjavík til Føroya.
Men ”Verdandi” kom ongantíð til Reykjavíkar. Hóast bæði íslendingar og bretska hersetingarvaldið leitaðu eftir vraklutum, sum kundu stava frá skipinum, varð onki funnið. Roknað verður við, at skipið er farið av minuávum.
Nýggju av manningini vóru giftir. Summir teirra áttu nógv óforsyrgd børn. Tað vóru sostatt djúp sár, sum henda vanlukkan voldi, og fleiri einkjur fingu strævin ár, áðrenn børnini komu undan.
(Kelda: www.folkakirkjan.fo)


15 mans fórust
Teir ið fórust við ”Verdandi” í oktober 1944 vóru tríggir mans av Oyrarbakka og 12 mans úr øðrum støðum:
Skiparin Ole Larsen, , Oyrarbakka, f. 2/12 – 1888
Olaf Martin Larsen, Oyrarbakka, f. 19/9 – 1912 (var nýgiftur)
Peter Andras Larsen, Oyrarbakka, f. 23/6 – 1919.
Jens Knudsen, bestimaður, Glyvrum, f. 28/1 – 1905.
Frants Martin Davidsen, motorpassari, Strondum f. 17/7 – 1916.
Niels Martin Jacobsen, kokkur, Streymnesi, f. 25/1 – 1896.
Christian Marius Sofus Frederik Højgaard, Rituvík, f. 20/10 – 1894.
Olaf Jacob Larsen, Fuglafirði, f. 24/8 - 1908.
Thomas Jacob Wenzel Høj, Strondum, f. 28/9 - 1901.
Samuel Peter Petersen, Rituvík, f. 4/8 – 1915.
Johan Martin Oliver Anton Mikkelsen, Syðrugøtu, f. 21/5 – 1906.
Daniel Jacob Henning Højgaard, Toftum, f. 28/3 – 1919.
Ernst Peter Sofus Nickel Esmar Petersen, Rituvík, f. 1/8 – 1922.
Hans Pauli Frederik Højgaard, Rituvík, f. 5/9 – 1922.
Bill Justinussen, Glyvrum, f. 2/3 – 1923.