Islamistar eru undir illgruna fyri at hava beint fyri 15 kristnum í bygdini Musari, sum er í landnyrðingspartinum av Nigeria. Hjálparfelagsskapir, sum eru virknir í økinum, siga frá fólki í bygdini, at ókendir menn fóru inn í nøkur útvald hús á náttartíð og myrdu tey 15, sum búðu í teimum húsunum.
Í Musari eru tey ikki í iva um, at drápsmenninir eru úr tí sera víðgongda islamistafelagsskapinum Boko Harem.
Musari er tætt við Maiduguri, ið verður mett at vera høvuðsstøðin hjá Boko Harem, sum hevur skipað fyri nógvum og sera ógvusligum álopum á tey kristnu í Nigeria.