15 fakfeløg mótmæltu fíggjarpolitikki landsstýrisins

Fríggjadagin lá mesta av landinum lamið vegna arbeiðssteðg, sum 15 fakfeløg lýstu at galda frá midnátt fríggjanáttina til á midnátt leygarnáttina.

Orsøkin til arbeiðssteðgin var, at feløgini á henda hátt vildu mótmæla fíggjarpolitikki landsstýrisins, sum feløgini halda, gjarar út til høgru og vinstru, og tey óttast enn eitt búskaparligt skrædl.

Klokkan 15 fríggjadagin varð skipa fyri mótmælisgongu, og varð gingið frá Sjónleikarahúsinum í Havn og oman á Vaglið, at røður vórðu hildnar.

Fýra røðarar vóru: Hildur Patursson, formaður í Føroya Pedagogfelag, Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Brynhild Thomsen, journalistur og Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag.

Tey fimtan feløgnin, sum vóru við í arbeiðssteðginum vóru:

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Arbeiðarafelag, Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, Føroya Postfelag, Starvsmannafelagið, Føroya Prentarafelag, S&K, Føroya Heimahjálparafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Handverkarafelag, Føroya Blaðmannafelag og Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag.