15 ára gomul varðhaldsfongslað í fýra vikur

15 ára gamla gentan, sum í gjár, sambært danska TV2, var handtikin undir illgruna fyri at hava royndarsprongt bumbur, at hava spreingievni í varðveitslu og at stuðla yvirgangi, varð í dag varðhaldsfongslað í fýra vikur.

 

Grundlógaravhoyringin fór fram handan dupult afturlatnar dyr, so sera lítið er likið út til almenningin um málið. 

 

Sambært donskum miðlum er talan um eina etniska danska gentu, sum fyri kortum vendi við til Islam. Hon varð millum annað limur í einum Facebook bólki fyri danskar limir av Hizb ut-Tahrir.

 

Grundlógaravhoyrið varð hildið fyri dupult afturlatnum hurðum, og tí er ikki alment, hvat gentan er ákærd fyri. Grundlógaravhoyringin vardi í góðar fýra tímar, men lítið er likið út. Hóast TV2 heldur seg vita, at talan er um spreingievni og stuðul til yvirgang, sigur verjin, at tað veit TV2 einki um.