1400 knettir og frikadellur um vikuna

- Eg eri 73 ár, men heilsan er góð, og mær dámar ógvuliga væl at fáast við fiskamat, sigur Mortan Johannesen.

- Eg arbeiði hvønn einasta dag, einar 8, 10 til 12 tímar, sigur Mortan Johannesen, sum hevur ein abbason til hjálpar.

- Eg eri 73 ár, men heilsan er góð, og mær dámar ógvuliga væl at fáast við fiskamat. Tað er stuttligt at síggja glað viðskiftafólk.

Tað sigur Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, sum einar tvær til tríggjar ferðir um vikuna selur fiskavørur í Vágsbotni. 

- Eg havi alskyns fiskamat, bæði flak, sum er bein-og skræðuleyst, ræstan fisk, og eg havi bæði knettir og frikadellur, klárt at hita til døgurða.

Í nøkur ár hevur hann havt tað sum sítt fasta arbeiði at virka fiskavørur í góðkendum hølum heima við hús, sum hann síðan hevur selt á marknaðarplássinum í Vágsbotni.

- Nú tað er vetur, royni eg at passa mær tær frægu løturnar í Vágsbotni. Er veðrið hampiligt, savnast nógv fólk her niðri. Summi keypa, onnur práta.

Mortan Johannesen sigur, at sum árini eru liðin, og fleiri og fleiri hava gáað eftir, at her er góður fiskamatur at fáa, hevur hann havt úr at gera.

- Eg arbeiði hvønn einasta dag, einar 8, 10 til 12 tímar. Knettini og frikadellurnar eru sera væl umtókt, og eg fáa nógvar og góðar afturmeldingar.

Hann sigur, at nógv fólk afturvendandi keypa frá honum í Vágsbotni, og onkur kemur eisini heim til dyrnar at keypa.

- Tað eru esini tey, sum keypa sær føroyskan fiskamat niður við til Danmarkar, tá tey fara á vitjan. Ræsti fiskurin verður eisini vakum-pakkaður og luktar ikki.

Mortan Johannesen sigur, at hann hvørja viku framleiðir umleið 700 knettir og 700 frikadellur - alt uttan mjøl og gluten og upp á gamlan føroyskan máta, sum hann tekur til.