140 milliónir krónur fleiri skattakrónur

Skattainntøkurnar hjá landinum vuksu við 60,1 milliónum krónum og hjá kommunum við 56,2 milliónum krónum fyrstu ellivu mánaðirnar í ár, í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Landið hevur fyrstu ellivu mánaðirnar í ár fingið 60,1 milliónir krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 1,2 milliardir krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 5,29 % hægri enn um somu tíð í fjør. 

 

Føroysku kommunurnar hava higartil eisini fingið eitt væl meir inn í skatti fyrstu ellivu mánaðirnar í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 358 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 56,2 milliónir krónur ella 4,32 % meira enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2014 eru 238 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 39 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 24 milliónir krónur meira.