14 tilburðir av koronu í gjár

Heili 14 tilburðir av koronu vóru staðfestir í gjár

Av teimum 14 tilburðunum vóru níggju teirra staðfest við komu til landið. Seinasta samdøgrið eru 1.854 fólk kannað fyri koronu. Fjúrtan av royndunum vóru positivar.

Níggju tilburðir eru millum fólk, sum vórðu kannað, tá tey komu til Føroya, har átta av teimum vóru í einum bólki av ferðandi (hondbóltsferðalag úr Kekkia).

Hinir fimm tilburðirnir vóru partur av kendari smittuketu í Føroyum.

Eitt andlát við koronu er skrásett farna samdøgrið.