Løgtingið hevur í dag skrivligar fyrispurningar á skránni.
Íalt skulu landsstýrisfólk og løgmaður svara 13 fyrispurningum og tað fer helst at taka einar tríggjar tímar.
Eftir tað fer tingið at hava 3.viðgerð av uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, um eina royndaruppboðssølu av fiskirættindum.
Hetta er eitt politskt heitt mál, har tað enn ikki er endaliga greitt um tað verður samtykt. Í gjárkvøldið høvdu løgmaður og formaðu8r í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesenm, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fund við Kristin Michelsen og Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum um málið.
Málið verður viðgjørt seinnapartin.