Løgtingið hevur munnligar fyrispurningar á dagsskránni í dag.
Og hesum ger Tjóðveldi sær dælt av.
Av teimu 16 spurningum til landsstýrisfólkini eigur Tjóðveldi teir 14 spurnignarnar.
Spurningarnir eru fjølbroyttir og snúga seg um avleiðingarnar av at Landsbankin var avtikin til makramótini á eldraøkinum.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita um Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur brúkt eksterna ráðgeving í sambandi við málið um Strandferðsluna. Hann vil eisini hava at vita, hvat ein møgulig uttanhýsisráðgeving hevur kostað vinnumálaráðnum ella landsstýrismanninum.
Tvir spurningar komu frá samgongutingmonnum. Báðir, Jenis av Rana, Miðflokkurin og Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin, vildu vita um ætlanin er at broyta vegføringina í Skálafirði í mun til tað, sum Løgtingið hevur samtykt.
Løgtingið hevur samtykt at vegurin skal leggjast omanfyri bygdina, men báðir hava hoyrt, at nú er talan um at lata vegføringina framhaldandi ganga gjøgnum bygdina.
Jørgen Niclassen, segði, at hann heldur seg til samtyktina í Løgtinginum, men at hann hevur latið kannað aðrar møguleikar.