14 milliónir til oljuvitan

Við milliónajáttan frá Vísundamálaráðnum kann vitanardepilin Offshore Center Danmark nú fara undir fýra stórfingnar verkætlanir

OLJUVITAN

 

»Eitt blátt stempul á okkara arbeiði innan oljuvitan sein--astu árini.«

Soleiðis kallar Peter Blach, stjóri á Offshore Center Danmark, upphædd-ina á sjey milliónir krónur, sum danska Vísunda-mála-ráði nýliga játtaði olju-vitanardeplinum í Esbjerg.

Við øðrum sjey milli-ónum, sum vinnan og komm-unan hava latið, er Offshore Center Danmark nú til reiðar at gera álvara av fleiri verkætlanum innan frálanda- og oljuvitan, sum depilin leingi hevur ynskt at seta í verk.

Politiskt góðsku-stempul

Tað er Ráðið fyri gransking og nýskapan undir Vís-unda-málaráðnum sum hev-ur oyramerkt tær sjey milli-ónirnar til vitanardepilin í Esbjerg. Og fyri stjóran Peter Blach fylgir eitt týði-ligt politiskt signal við játtanini.

– Játtanin hevur stóran týding fyri Offshore Center Danmark, tí hon er eitt polit-iskt góðskustempul á okk-ara arbeiði sum olju-vit-anar- og tøknidepil seinastu fimm árini. Við pengunum kunnu vit nú gera álvara nøkrum ætlanum, sum vera við til at styrkja leiklutin hjá Dan-mark á altjóða olju- og frá-landamarknaðinum, sigur Peter Blach.

Hann leggur afturat, at ætl-aninar byggja á neyvar kanningar, sum vitanar-depilin hevur gjørt av ynskj---um og tørvi hjá vinnuni.

Ítøkiliga merkir játtanin, at Offshore Center Danmark longu í ár kann fara undir fýra ymsar verkætlanir. Í fyrstu atløgu verður farið undir at styrkja granskingina av, hvussu olja og gass kunnu útvinnast betri og meir effektivt. Eisini fer stovn-urin nú undir at menna eitt heilt nýtt slag av bori-pallum.

Ein triðja verkætlan skal staðfesta leiklutin hjá Dan-mark innan útflutning í altjóða olju- og frálanda-vinnu.

– Áður hava vit nokk ivast í, um útflutningur yvir-høvur er nakað, vit sum vitanar-stovnur, skulu ar--beiða við. Men útflutningur er jú eisini vitan, umframt at vitan eisini er ein týðandi útflutningsvøra. Við støði í royndunum hjá donskum oljufyritøkum, fara vit nú miðvíst undir at kanna, hvat skal til fyri at donsk frá-landavinna av álvara kann gera vart við seg á altjóða oljumarknaðinum.

Frá olju til vind

Fjórða verkætlanin skal miðja eftir knýta veitarar at danska vindmyllu-ídnaðin-um, sum er í støðugum vøkstri. At ein stovnur innan oljuvitan bjóðar seg fram á hesum øki er bara nátúrligt heldur Peter Blach.

- Alsamt fleiri vindmylllur verða settar upp úti á opnum havi.. Tí kunnu nógvar av royndunum, vit hava gjørt okkum í olju- og gassídn-aðinum saktans brúkast í arbeiðinum við havvind-myllum. Oljuframleiðsla nøktar framvegis størsta orkutørvin, men hinvegin veksur vindmylluídnaðurin mest í løtuni, sigur Peter Blach.

Nýggju ætlaninar hjá Offshore Center Danmark verða ikki loystar eftir einum degi. Tí fegnast Peter Blach serliga um, at játtanin frá Vísundamálaráðnum fevn-ir yvir fýra ár, so verk-ætlaninar ikki eru í vanda fyri at steðga eftir til dømis einum ári.