14-manna nevnd á CBS

Áhugafelagið fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School hevur valt nýggja nevnd.

Samvinnan, ið er áhugafelagið fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School, hevur nú skipað seg við nýggjari nevnd.

6. novembur var aðalfundur í Samvinnuni, og tá vóru tríggir nýggir limir valdir í nevndina.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Forkvinna: Rúna Mikkelsen

Næstformaður: Finnbogi Ferjá Joensen                                             

Kassameistari: Eirikur Sanderson

Skrivari: Sólja Christiansen

Nevndarlimir: Símun Petur Eið, Marita Klein Joensen, Jann Dam Frandsen, Niklas Hansson, Terji Skaalum Jacobsen, Rói Mohr Jónsson, Sigurð D. Carlsson, John Hansen, Johanna Wolles Andreasen og Kristian Gunnarson.

Samvinnan varð stovnað í 2007. Endamálið er at styrkja bæði tey útbúgvingarligu og verðsligu viðurskiftini millum limirnar, eins og at styrkja sambandi við føroyska vinnulívið. Nevndin fer framhaldandi at samskipa og tilrættarleggja tiltøk hesum at frama. Av tiltøkum eru eitt nú 5’arain, ið er eitt mánaðarligt sosialt tiltak á CBS, ársveitslan og størri akademiskir fyrilestrar.