14 mál í 20. umfari

Loksins vóru tey her – ØLL málini í 20. umfari í EFFO-deildini. Tilsamans 14 mál vóru skoraði í teimum fimm dystunum, og talan var í fleiri førum um flott mál, skrivar FSF.fo.

 

Sum ein lítlan ugga til B36’arar, so eru málini frá sigrinum móti NSÍ eisini við. Tann dysturin hoyrdi jú til 20. umfar.

 

Longu mikudagin 16. august varð fyrsti dystur í 20. umfari í EFFO-deildini spældur, meðan hinir fýra dystirnir blivu spældir hósdagin 24. august. Tilsamans vórðu 14 mál skoraði í teimum fimm dystunum, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál.

 

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini úr farna umfari.