14 islamistar deyðadóm í Egyptalandi

Í Egyptalandi hevur ein dómstólur dømt 14 islamistar til deyða fyri at hava skotið sjey fólk í tveimum álopum á ein banka og eina løgreglustøð á Sinai-hálvoynni. Álopini vóru í fjør, og tað var tann víðgongdi felagsskapurin Tawhid wal Jihad, sum skipaði fyri teimum. Seks løgreglumenn og eitt sivilfólk lótu lív.

Eygleiðarar vísa á, at deyðadómurin ímóti islamistunum fellur um somu tíð, sum tær egyptisku trygdardeildirnar eru farnar undir eitt átak ímóti islamistum og tí veksandi lógloysinum á Sinai-hálvoynni, sum hevur mark við Ísrael.

Fyrr í hesum mánaðinum myrdu hernaðarligir islamistar 16 egyptiskar vaktarmenn á markinum millum Egyptaland og Ísrael. Álopsmenninir eru ikki funnir enn.