Eftir ætlan verður nógv ferðsla um Vága Floghavn í dag, 8 flogfør skulu koma og 6 fara um floghavnina Fyrsta flogfarið fór avstað kl. 7:20 í morgun, tað fór til London. Eitt flogfar skuldi fara til Keypmannahavnar kl. 8.15, men tað er útsett til kl. 9:15, seinasta flogfarið kemur eftir ætlan kl. 20.15 í kvøld, tað kemur úr Keypmannahavn.
Floglíkindini eru góð, tað er klárt, eitt lot av vestri, vindferðin liggur um 6 m/sek.