Í hesum skrivi gera feløgini vart við, at tey als ikki kunnu góðtaka avtaluna, sum Fótbóltssambandið hevur gjørt við HB og B36 í samband við steypafinaluna, sum skal spælast á ovara vølli í Gundadal í Havn ólavsøkudag.
14 umboð fyri hesi 14 feløg hava sett sítt navn á hetta skriv, og forsetin í Fótbóltssambandinum, Høgni í Stórustovu ásannar, at tað er problematiskt.
– Tað er púra rætt. Vit hava fingið tríggjar reglur sendandi frá nøkrum feløgum, sum vit eisini ætla okkum at svara, sigur Høgni í Stórustovu.
Hann greiðir frá, at teir nú royna at fáa tey praktisku tingini kring finaluna í lag, og at Fótbóltssambandið alla tíðina er í dialogi við finalufeløgini, sum hann tekur til.
Tveir faktorar
Høgni í Stórustovu vísir á, at tað eru tveir faktorar, sum eru galdandi í hesum málinum. Annar er, at øll eru samd um, at finalan eigur at verða spæld á ólavsøku í Havn. Hin er, at har eru nøkur viðurskifti hvat inntøkubýtinum av sjálvum dystum viðvíkur, ið ikki allir partar eru nøgdir við.
Trýr framvegis upp á ólavsøkufinalu
Men hóast ósemjuna, sum ikki bara umfatar EB/Streym, Víking og Fótbóltssambandið, men eisini 12 onnur limafeløg í Fótbóltssambandinum, so trýr Høgni í Stórustovu, forseti í Fótbóltssambandi Føroya framvegis uppá, at finalan í kappingini um løgmanssteypið verður spæld á ovara vølli í Gundadali í Havn ólavsøkudag.
Steypafinala í Klaksvík
Verður hetta av ongum, eru sjálvsagt eisini aðrir møguleikar. Millum annað hevur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, sagt við Sosialin í dag, at um tað verður ein trupulleiki at spæla finaluna í Havn, so sær hann ongan trupulleika í, at hesin dystur verður avgreiddur í Klaksvík.