Føroyski liðskiparin og føroyski toppskjúttin hjá Viking í Stavanger herja á í stríðnum um uppflyting til bestu norsku mansdeildina.
Sí eisini:
Viking fult stigatal - Kjartan er toppskjútti í deildini
Prát við landsliðsleikarar - metingar frá Claus (FM1)
Kjartan og Helgi framvegis ósigraðir aftaná sjey dystir
Kjartan fekk álit í Stavanger og rindar felagnum aftur (FM1)
Kjartan og Helgi vunnu grannauppgerð í allarseinastu løtu - in.fo
Viking spældi sunnudagin ímóti Lillestrøm, ið er at finna í botnstríðnum í norsku 1. deild.
Viking var stórfavorittur, og hevði eisini tamarhald á dystinum.
Helgi Hildarson Hoydal, ið er liðskipari í Viking, skipaði verjuna sum áður, meðan Kjartan Johansen enn einaferð setti fitt av málum í netið.
Men móti dystarenda vóru føroyingarnir og Viking um at tveita trygga sigurin fyri borð.
Málskjótingin hjá Viking steðgaði upp, og munurin tódnaði niður í eitt mál.
Tað eydnaðist kortini oddalinum at halda fast og vinna dystin 24-23.
Liðskiparin, Helgi Hildarson Hoydal stóð fyri tveimum málum. Toppskjúttin, Kjartan Johansen, skoraði 12 mál, harímillum fýra brotskøst, og var enn einaferð kosin besti leikari.
Støðan í norsku fyrstu deild: (handball.no)
Tvey tey ovastu liðini við kappingarenda flyta beinleiðis upp í fremstu norsku deildina, Rema 1000-liguna
| Nr | Lið | D | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | Viking Håndball | 9 | 18 |
| 2 | Fjellhammer | 9 | 15 |
| 3 | Nøtterøy Håndball | 9 | 11 |
| 4 | Falk Horten | 9 | 11 |
| 5 | Kristiansand Topphåndball | 8 | 10 |
| 6 | Sandefjord Håndball | 9 | 10 |
| 7 | Viking TIF | 9 | 7 |
| 8 | Charlottenlund | 9 | 6 |
| 9 | Lillestrøm TH | 9 | 6 |
| 10 | Sandnes | 9 | 6 |
| 11 | LFH09 | 9 | 4 |
| 12 | Bodø HK | 8 | 2 |











