1370 lesandi fáa lestrarkort

– »Ó« fegnast um, at meir enn 1370 lesandi hava skrásett seg og fáa seinni í mánaðinum ó­keyp­is lestrarkort. Avtalan er gjørd í samstarvi við Tórs­havnar og Klaksvíkar komm­unu.

Tað skrivar »Ó« í frá­boð­an.
Felagið sigur, at freistin at skráseta seg var fríggja­dag­in.
– Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið ó­met­­a­liga væl. 1370 av teimum 4000, ið nema sær útbúgving í Før­oy­um hava skrásett seg, og tað er næstan 35 prosent av teimum lesandi, sigur Han­us Samró, partaeigari í Ó.
Ó hevur gjørt avtalu við kaf­é­ir, tannlækna, bóka­sølu, venj­ing­ar­miðstøð og klædn­a­handl­ar, har les­andi fáa av­slátt­ur við lestr­ar­kort­i­num. Av­tal­ur­nar síggjast á www.o.fo.
– Framvegis er møguligt at skrá­seta seg, men tá skulu lesandi hava í huga, at lestr­ar­kortið ikki kemur fyrr enn síðst í november. Øll hini, sum hava skrásett seg, fáa lestrarkorti um tvær til tríggj­ar vikur.