Millum tey 4000, sum eru á TeenStreet hjá OM í hesum døgum, eru 73 ungfólk og 43 hjálparfólk úr Føroyum Tey seinastu árini hava nógvir føroyskir tannáringar verið á so kallaðu TeenStreet stevnunum, sum trúboðanarfelagsskapurin OM hvørt summar skipar fyri í Týsklandi. Soleiðis er tað eisini í ár. Samlaða luttakaratalið á tiltakinum, sum hesa ferð er í Oldenburg, er umleið 4000. Tey eru úr 24 tjóðum, og millum teirra eru 73 føroyskir tannáringar og 43 hjálparfólk úr Føroyum.
Tá ið so nógv fólk er savnað, kann tað vera torført at finna hvønn annan. Tí hava føroiysku luttakararnir gjørt av, at eyðkennisorðið, sum tey brúka, skal vera grindaboð! So í hesi vikuni kemur tað ofta fyri, at tað verða rópt grindaboð í Oldenburg.
Umframt andaligu tiltøkini, sum eru á skránni, verður skipað fyri einari røð av øðrum tiltøkum. Eitt nú fótbóltskapping. Fyrstu dystirnir hjá bæði dreingjum og gentum vóru í dag, og bæði tey føroysku liðini vunnu.
Meiri fæst at vita á nýggju føroysku TeenStreet heimasíðuni.