13,41 krónur í miðal fyri kilo

Í dag seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 131,4 tons av fiski fyri 1,763 miljónir krónur.

Í dag seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 131,4 tons av fiski fyri 1,763 miljónir krónur. Tað gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 13,41 krónur fyri kilo.

 

Størsta einstøka nøgdin í dag - eini 34 tons tilsamans - var longa, og umleið níggju tons vóru av brosmu. Besti miðalprísur á longu var 12,77, og besti prísurin á brosmu var 10 krónur fyri kilo.

 

Næst størsta einstaka nøgdin á marknaðinum í dag var hýsa, umleið 29 tons, og her var besti miðalprísurin 16,30. Samlaða nøgdin av toski var umleið 28 tons, og her var besti miðalprísurin 23,80 krónur fyri kilo.

 

Á marknaðinum í dag var eisini nakað av hvítingi og upsa. Besti miðalprísur fyri hvíting var 7,47, og besti miðalprísur á upsa var 10,65 krónur fyri kilo.