2015 var eyðkent av nógvum virksemi og lágum og fallandi arbeiðsloysi. Harvið hækkaðu inntøkurnar nógv, og tað sæst aftur á inntøkunum hjá landskassanum í landsskatti og eftirlønarskatti.
Samantalt í landsskatti og eftirlønarskatti runnu tað 133,3 milliónir meiri niður í landskassan enn í 2014.
Landsskatturin var í 2015 8,82 prosent ella 113,851 milliónir hægri enn í 2014. Uppgerð frá TAKS vísir, at tað vórðu rindaðar fleiri enn 1,5 milliard í landsskatti. Heilt nevyt var talið 1.598.466.533 krónur. Í 2014 var talið 1.505.869.742 krónur.
Samlaði eftirlønarskatturin var 7,41 prosent hægri í 2015 enn í 2014. Vøksturin var 19.474.764 krónur. Eftirlønarskatturin í 2015 var 282.168.350 krónur, meðan hann í 2014 var 262.693.586 krónur.











