Tað tók umleið ein tíma at fáa næstan tvey tons tungu nýggju mastrina upp á pláss í 132 ára gomlu sluppina hjá Tórshavnar kommunu, Westward Ho.
Tað eru teir báðir, Petur Hans Poulsen, skipstimbrari, og Jógvan Páll Jensen, sum saman við øðrum hava evnað mastrina til á Tórshavnar Skipasmiðju.
– Hon vigaði um tvey tons, áðrenn vit fóru í gongd, sigur Petur Hans Poulsen.
Inni á aðru hædd í bygninginum á Vestaru Bryggju hava teir evnað mastrina til við at høgga og hølva og saga og at enda lakkera. Og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa við ein »planka«, sum vigar út við tvey tons og er um 20 metrar langur til høldar. Tí vórðu boð eftir Erling Dam, sum kom við kranabili sínum við langa krananum. Saman við einum trukki varð plankin drigin »úr bakkastokki« og lyftur niður á bryggjuna, áðrenn hann eftir enda varð hálaður upp og spakuliga loraður niður í skipið.
Masturin stendur leys. Hon hevur ein tapp í niðara endanum sum er feldur niður í kjølin og verður so kílað føst í holið í dekkinum. Hon stendur síðan við egnari vekt og fest í stokkaranar við rigingum.
Gamla sluppin hevur seinsatu skjótt hálvu øldina havt heimstað í Havn. Upprunaliga varð sluppin keypt til Tvøroyrar. Tað var Hans Georg Thomsen á Tvøroyri, sum keypti sluppina úr Onglandi í 1895. Hon var smíðað í Grimsby í 1884 og var merkt 92,52 tons. Sluppin fekk navnið Viking, tá ið hon kom til Føroya, men í 1908 fekk hon gamla navnið aftur.
Hon kom, eins og so nógvar aðrar sluppir sum »deyðsiglari«, tað vil siga uttan motor. Men í 20'unum varð motorur settur í sluppina, og hon fekk eisini stýrihús.
Manningarnar á hesum skipum vóru vanliga 14-18 mans, og Westward Ho royndi víða. Hon royndi undir Føroyum, við Ísland, Rockall, Grønland og Bjarnoynna. Í seinna heimsbardaga sigldi sluppin á bretska marknaðin við ísfiski úr Føroyum og Íslandi. Seinastu árini royndi sluppin við línu um várið og við sildagørnum um heystið.
Hon varð løgd í 1964. Hon var seinni tikin upp á bedingina á Tvøroyri og umvæld frá grundini. Tann 2. februar í 1967 keypir Sluppgrunnurin í Havn sluppina frá T.F. Thomsen á Tvøroyri. Sluppin fekk heimstað í Tórshavn 5. apríl 1968.
Teir, sum stjórnaðu Sluppgrunninum tá vóru: Formaður: Niels Nielsen, seglmakari; næstformaður: Páll J. Nolsøe, landsskjalavørður; skrivari: Leivur Lützen, landsrættarsakførari, allir í Havn. Aðrir stjórnarlimir: Jógvan á Dul, stjóri, og Samuel Hammershaimb Debes Christiansen, reiðari, báðir í Havn, og Frederik Hansen, løgtingsmaður í Søldarfirði. Leivur Lützen virkaði sum reiðari fyrstu árini, men í 1972 tók Debes Christiansen við sum stjórnandi reiðari.
Sum árini liðu, viknaðu kreftirnar, sum vóru um sluppina, og henni fór at krevja stóra ábót. Tórshavnar kommuna avtalaði loksins við eigararnar, at um teir lótu Westward Ho umvæla, so skuldi kommunan taka um endan.
Í 2002 varð sluppin sleipað til Fraiserburgh í Skotlandi at umvæla frá grundini og at skifta motor. Ferðin gjørdist drúgv, tí ikki fyrr enn í 2005 kom Westward Ho aftur á Havnina. Síðan hevur Tórshavnar kommuna átt og rikið Westward Ho.
Fakta um Westward Ho:
Eigari: | Tórshavnar kommuna |
Bústaður: | Postbox 32 |
Skrásetingarhavn: | Tórshavn |
Reiðari: | Jónsvein Lamhauge |
T-postur: | |
Heimasíða: | |
Skrásetingarnr. | TN 54 |
Skrásetingarhavn: | Tórshavn |
Eldri nøvn á skipinum: | Westward Ho 1884-1895 |
Viking 1895-1908 | |
Westward Ho 1908- | |
Upprunalig nýtsla: | Fiskiskip |
Ferðamannaloyvi: | Ja |
Tilfar og tøkni: | Kravell |
Træsløg: | Eik, oregon pine |
Framdráttarmegi: | Segl, riggað sum slupp |
Maskina: Caterpillar, 154 kW, frá 1984-1990 | |
Volvo Penta, 236 HK, 2004- | |
Støddir | Mesta longd: 23,47 m |
Mesta breidd: 6,34 m | |
Dýpdargongd: 3,23 m | |
Brutto registarton: 88,51 | |
Netto registarton: 34,70 | |
Byggiár: | 1884 |
Skipasmiðja: | Furner Leaver & Co, Grimsby |
Skipasmiður / konstruktørur: | Furner Leaver & Co |
Eldri eigarar | Frederic W. Moody og George E.J. Moody, Grimsby, 1884-1894 |
T.F. Thomsen, Tvøroyri, 1894-1963 | |
Grunnurin Sluppin, 1963-2004 | |
Tórshavnar kommuna, 2004- | |
Nýtsla áður: | Trolari við bummtroli, síðan við snøri (saltfisk) og seinast við gørnum eftir sild |
Siglingarøki: | 1884-1895: Norðsjógvurin |
1896-1963: Við Føroyar, Ísland, Grønland, Jan Mayen, Bjarnoynna, Rockall | |
Broytingar: | 2013/2014 vórðu stúttur og skansaklæðing í stýriborðssíðu umvæld ella útskift vegna skaða. |
Riggað aftur til segl í 1968. | |
Motorur ísettur uml. 1928. | |
Nýtsluætlan og miðlan | Mentanarsøgulig miðlan. Felagið Sluppvinir røkir sluppina og sigla leigutúrar o.a. ólønt. |