Christian tann 9. og Valdemar prinsur við fylgi kom til Føroyar tann 25. juli 1874.
Tá gamli skúlalærarin, Andreas Christian Lützen, ið var tann fyrsti av Lützenættini í Føroyum, tók ímóti, small hann deyður í føvningin á kongi.
A. C. Lützen var løgtingsmaður og borgarstjóri í Havn.
Tá á døgum var samskiftið ikki sum nú, og fólk gingu úti á Kirkjubøreyni og hugdu, nær kongaskipið fór at koma. Fyri at halda varmanum fóru tey undir at laga varðarnar, sum enn tann dag í dag standa á Kirkjubøreyni.
Tveir dagar seinni, fór kongaskipið víðari til Íslands, sum tá eisini var undir danska kongahúsinum.