KVØLDSKÚLI: Útboðið er millum annað skeið at vera foreldur at tannáringum, Havnar søga, smíð fyri tvey ættarlið, motorlæra fyri kvinnur, fínari matgerð fyri menn og fleiri skeið í filmslist.
Av teimum umleið 130 lærugreinunum eru einar 30 nýggjar. Serstakt hetta skúlaárið er, at kvøldskúlin hevur fýra lærugreinir á HF-stigi: Støddfrøði á B-stigi, evnafrøði á C- og B-stigi og enskt sum kravd 2-ára lærugrein, ið endar á B-stigi.
Kvøldskúlin í Havn legði fyri í 1980´unum við 14 lærugreinum á HF-stigi, men tær vórðu allar spardar burtur. Henda sparingin stóðst av teirri ógvuliga meinsku 90´ara-kreppuni.
Seinasta skúlaár, 2008/9, vóru tilmeldaðir einir 3.100 næmingar við umleið 15.000 lisnum tímum.
Tær handaligu lærugreinirnar skúlaárið 2009/10 enda við framsýning í Kollafirði 21. mars og í Havn 27. og 28. mars 2010.
Faldarin við teirri víðfevndu skránni hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla 2009/10 verður borin í hvørt hús í Tórshavnar Kommunu í næstum. Faldarin er eisini á heimasíðuni, www.kvoldskulin.fo, og her kanst tú melda teg til. Harafturat stendur skráin í Dimmalætting og Sosialinum nú um vikuskiftið 4. og 5. september.