130.000 í kassanum

Vælgerandi átakið fyri sjúk børn í Suðurafrika hevur higartil givið slakar 130.000 krónur, men enn ber til at lata pengar

Um vikuskiftið vóru tvey stóru tiltøk í Klaksvík og í Havn, sum høvdu sama endamál. Nevniliga at savna pengar inn sjúk børn í Suðurafrika.
Vælgerandi konsertirnar, sum vórðu hildnar í Christianskirkjuni og í Vesturkirkjuni, spældu væl av.
? Vit høvdu spælt okkum eitt sindur við tankan um, hvat kundi koma inn til slíkar konsertir, men eg má siga, at tað, sum kom inn, er væl omanfyri tað, sum vit høvdu væntað, sigur Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í Klaksvík, sum saman við Sámali Bláhamar og Steintór Rasmussen skipaði fyri.

Barnaheim og gøtubørn
Leygardagin komu góðar 41.000 krónur í talvurnar, sum gingu í Christianskirkjuni, og sunnudagin vóru 46.000 lætnar í talvurnar í Vesturkirkjuni.
Frammanundan vóru pengar komnir inn frá eini stuðulskonsert í kirkjuni á Tvøroyri, og nakað var eisini lat beinleiðis á konto í peningastovnunum.
Mánakvøldið var savnaða upphæddin 129.000 krónur, og fram til 1. februar ber tað til at lata pengar til tiltakið.
Pengarnir, sum verða savnaðir, fara óskerdir til børn í Cape Town í Suðurafrika. 100.000 krónur verða lætnar til Nazareth-barnaheimið, sum hýsir børnum, sum eru sjúk av AIDS ella smittað av HIV.
Tað, sum er omanfyri 100.000 krónur, verður latið til ein felagsskap, sum kallast My Life, og sum arbeiðir millum gøtubørn í sama býi.
? Vit eru sera væl nøgdir við undirtøkuna, sum hetta átakið hevur fingið, sigur Hans Eiler Hammer.