13 vilja stýra SL

13 umsóknir eru komnar til starvið sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins Freistin at søkja stjórastarvið á Strandfaraskipum Landsins var úti á middegi í gjár, og tá hevði Innlendismálaráðið fingið 13 umsóknir.

Starvið verður áramálssett fyri fimm ár, og ætlanin er, at nýggi stjórin skal byrja sum skjótast. Hansara fyrsta uppgáva verður at skipa fyri, nú høvuðsskrivstovan hjá stovninum verður flutt til Tvøroyrar um ársskiftið.

Regin Vágadal segði stjórastarvið frá sær herfyri eftir ósemju við landsstýrismannin í innlendismálum, og síðani hevur Jákup Danielsen verið fyribilssettur stjóri.