13 spurningar til Jacob Vestergaard um vina- og kenningapolitikk

Tað hevur verið rættiligt rok um Jacob Vestergaard hesar seinastu dagarnar. Nú endar málið í Løgtinginum, har hann skal svara 13 spurningum um málið

Jacob Vestergaard skal svara fleiri spurningum

Tað hevur verið rættiligt rok um avgerðina hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum um, hvussu hann hevur útlutað kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.

 

Í KvF kom tað fram, at tað var rættiliga tætt samband ímilum Fólkaflokkin og fleiri av teimum, sum høvdu fingið kvotur – og so høvdu vestmenningar, haðani løgmaður er, eisini fingið kvotu. Samstundis eru tað fleiri umsøkjarar, eru so ónøgdir um, at teir ikki sluppu upp í part, og onkur teirra hóttir enntá landskassan við sakarmáli.

 

Jacob Vestergaard hevur eisini staðfest, at í nøkrum førum fylgdi hann ikki tilmælunum frá umsitingini í Fiskimálaráðnum.

 

Nú er málið eisini reist á Løgtingi, har Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi hevur sett landsstýrismanninum heilar 13 spurningar um málið.  Í hesum sambandi verður landsstýrismaðurin biðin um at vátta ella avsanna, at tætt samband er ímillum tingfólk í samgonguni, og landsstýrisfólk og tey, sum hava fingið kvotur.

 

Hann skal eisini vátta, ella avsanna, at eitt av feløgunum, ið hevur fingið játtan til at keypa skip, fyrst varð skrásett í Tórshavn, og síðan flutt til Vágs, langt eftir, at umsóknir skuldu verið inni?

 

Hann skal eisini greiða frá, hvørji prógv eru fyri, at talan er um menning, nýskapan og virðisøking.  Samstundis skal hann greiða frá, hvussu nógvum tilmælum frá fyrisitingini, hann ikki hevur fylgt í hesum sambandi.

 

- - -

 

Spurningarnir skulu svarast í seinasta lagi 9. oktober. Teir 13 spurningarnir, Høgni Hoydal hevur sett Jacob Vestergaard, eru:

 

  1. Í hvørjum førum hevur landsstýrismaðurin persónliga vikið frá tilmælunum hjá umsitingini um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir játtanir til ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur?
  2. Hvørjar ítøkiligar umsóknir, snýr tað seg um, og hvussu stórar kvotur og virðir hevur landsstýrismaðurin broytt í mun til tilmælini frá umsitingini?
  3. Hvørjar umsóknir hava mist og hvørjar hava fingið við avgerðum landsstýrismansins?
  4. Hvørjar eru tær sakligu, lógligu og skalfestu grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum, og hvussu eru broyttu avgerðirnar skjalfestar og grundgivnar sambært fyrisitingarlógini?
  5. Hvørjar eru tær skjalfestu grundgevingarar um virðisøking, nýskapan og menning í teimum játtanum, ið eru givnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, herundir játtan til ítøkiligt skipakeyp?
  6. Hvussu er grundgivið og skjalfest, at tær kvotujáttanir, ið eru givnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir til ítøkiligt skipakeyp, eru tær, ið hava mest virðisøking, nýskapan og menning, soleiðis sum ásett er í kunngerð og tilhoyrandi skjølum?
  7. Hvussu er skjalfest, viðgjørt og grundgivið, at tær verkætlanir, ið eru játtaðar, harundir til ítøkiligt skipakeyp, lúka treytirnar í viðmerkingum til lógina um, at øll lið í virðis- og framleiðsluliðnum ikki hava eigarar, ið hava ræði á meira enn 8% av heildarkvotuni av hvørjum fiskaslagi sær – og hvørjar eru hesar verkætlanir, ið als ikki hava tað?
  8. Hvussu er staðfest og skjalprógvað, at tey, ið hava fingið játtan til ítøkiligt skipakeyp, hava lokið treytirnar um at hava keypssáttmála og fígging til ítøkiligt skip og at tey eru klár at byrja beinanvegin?
  9. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og/ella landsstýrisfólk hava verið persónliga uppi í umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur?
  10. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og ella/landsstýrisfólk hava nærstandandi (skilmarkað sum í fyrisitingarlógini), sum eru uppi í umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur?
  11. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni hava verið advokatar ella í sínum privata arbeiði ella ognarviðurskiftum annars hava havt ávirkan á umsóknir?
  12. Um svarið er játtandi, hvørji persónlig, vinnulig ella ognarlig sambond er talan um?
  13. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at eitt av feløgunum, ið hevur fingið játtan til skipakeyp, fyrst varð skrásett í Tórshavn, og síðan flutt til Vágs, langt eftir, at umsóknir skuldu verið inni.

Jacob Vestergaard skal svara fleiri spurningum