13 ára gomul illa brend

Ein 13 ára gomul genta fekk stóran skaða í andlitið, tá ið hon saman við øðrum javnaldrum spældi við reinsibensin uttan fyri ítróttarhøllina á Hálsi hósdagin. Børnini høvdu stoytt reinsibensin á bøin við høllina og síðani sett eld á. Tann 13 ára gamla gentan varð óansin og brendist illa í andlitinum. Gentan bleiv flutt á sjúkrahúsið við 2. grads brunasárum. Vakthavandi á politistøðini í Havn upplýsir, at málið er farið til barnaverndina í kommununi, sum skal hyggja nærri at málinum.