Í kvøld varð punktum sett fyri eitt av teimum stóru kappingarárunum hjá HB.
Fyri einum stórum mánað síðani vann HB FM, og í kvøld bar 2-0 sigurin á Tórsvølli ímóti Víkingi við sær, at HB vann steypakappingina og harvið greipuna.
Hetta var 28. ferðin, at HB vann steypakappingina, sum tað hevur verið kappast í síðani 1955.
Tað hevur verið kappast um FM síðani 1942, og síðst í oktober tryggjaði HB sær 24. FM heitið.
HB hevur nú vunnið greipuna – FM og steypakappingina í sama ári – trettan ferðir.
HB vann FM og steypakappingina í 2004 og so ikki aftur fyrr enn í 2020.
Eingin av spælarunum, sum í ár vunnu FM og steypakappingina, vóru við í 2004, og harvið hevur eingin av spælarunum á HB liðnum í 2020 áður roynt at vinna greipuna.
HB greipur
1955
1963
1964
1971
1973
1975
1978
1981
1982
1988
1998
2004
2020