Tá ið Ólavsøkukonsertin 2013 fer av bakkastokki í Tórsgøtu leygarkvøldið 27.juli, verður tað við fleiri av bestu bólkunum í Føroyum og við hittmakarum úr Danmark.
Úr Danmark hava fyrireikararnir fingið Noah og Svenstrup og Vendelboe. Noah telist í dag millum best umtóktu bólkar í Danmark í løtuni. Bólkurin hevur bergtikið við hittum sum Alt er forbi, Det' okey, og Over byen. Haraftrat vera dj'ararnir Svenstrup og Vendelbo at hoyra. Hesir hava seinastu mongu árini vitja kring allan heimin við sínum elektronisku tónum, og hava teir vunnið fleiri virðislønir fyri sínar tulkingar av ymsum løgum.
Føroysku bólkarnir eru Páll Finnur Páll, Glóð, Swangah, MC-Hár og Boys in a Band.










