Tað vóru foreldrini, sum funnu ta 13 ára gomlu gentuna, sum seint í gjárkvøldið varð funnin illa skadd í Hjallerup í Danmark.
Tað upplýsir Frank Olsen, sum er varapolitiinspektørur hjá Nordjyllands Politi fyri Ekstra Bladet.
– Tað er mamman, sum ringir 112. Vit fingu boðini klokkan 22.12, sigur hann við blaðið.
Tann 13 ára gamla gentan er deyð av skaðanum. Ein 17 ára gamla drongur – sum hon sambært løgregluni hevur verið unnusta hjá – er handtikin og skuldsettur fyri drápið.
Ein onnur 13 ára gomul genta varð eisini handtikin í málinum, men hon er síðani leyslatin.
Tað er tí, at løgreglan metir, at hon einki hevur við brotsgerðina at gera.
Sambært Ekstra Bladet upplýsir Frank Olsen, at tey trý ungu øll høvdu verið í einum ungdómsklubba.
Men tá tey fóru frá ungdómsklubbanum misti tann 13 ára gamla gentan sambandið við ta deyðu.
Tí fór hon at leita eftir gentuni saman við foreldrunum og tí 17 ára gamla dreinginum.
Frank Olsen vil ikki siga Ekstra Bladet, hvussu løgreglan heldur, at drápið er framt.
Tann 17 ára gamli drongurin skal í grundlógaravhoyring klokkan 13 í rættinum í í Hjørring. Har verður hann skuldsettur fyri dráp.
/ritzau/
Myndir: Henning Bagger/Ritzau Scanpix
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##