Altjóða løgreglusamstarv hevur avdúkað 245 fólk, sum eru handtikin fyri at hava gjørt ella selt myndir av kynsligum ágangi ímóti børnum og lagt tær á internetið. Nógv tey flestu eru tikin í USA, men ein talsmaður fyri amerikonsku myndugleikarnar sigur, at 23 fólk eru tikin í seks øðrum londum. Í sambandi við átakið vórðu 123 børn bjargað burtur úr misbrúki og ágangi.
Aðamálið við átakinum var at bjarga børnunum burtur úr áganginum, men næstan líka týdningarmikið var tað at eyðmerkja tey, sum framleiddu ella seldu myndir og filmar av børnunum.
Amerikanska sjónvarpið NBC sigur, at 45 av teimum 123 børnunum vóru yngri enn 12 ár, og at tað yngsta var bara 19 dagar. Talan var um 70 gentur og 53 dreingir.
-Tann óhugnaligi sannleikin er, at barnamisnýtsla á internetinum er er ein ógvuliga veruligur partur av okkara nútímans lívi, og at tað hendir um allan heimin, sigur talsmaðurin hjá amerikonsku rannsóknarløgregluni.