Tann altíð fryntligi sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen hevur havt nógv at gera at samskipa tað soleiðis, at 1.220 sjómenn umborð á 111 skipum kunnu fáa hvør sína jólagávu frá sjómanskvinnuringunum kring landið.
Torleif upplivir nógvar jaligar viðmerkingar frá sjómonnunum, og hann fegnast um offurviljan hjá sjómanskvinnuringunum kring landið.
Tó dylur Torleif ikki, at tað gongur nakað striltið at fáa yngra ættarliði við í sjómanskvinnuringarnar.
Torleif hevur eisini eina vón um, at fleiri sjómenn fara at nýta høvið at skriva aftur til sjómanskvinnuringarnar kring landið enn undanfarnu árini.
Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Torleif Johannesen, sum var á Rás2 fyrr í kvøld.