1212 málleysir minuttir hjá málverja

Í 13 dystir á rað hevur Edwin van der Sar syrgt fyri, at einki mál er komið ígjøgnum hjá Manchester United. Tað er met í bretskari fótbóltssøgu

PREMIER LEAGUE

 

Manchester United er oddalið í Premier League. Sunnudagin vunnu teir fyri 17. ferð í hesum kappingarárinum. Úrslitið gjørdist 1-0 – sama úrslit sum Manchester United hevur fingið tilsamans níggju ferðir í ár.

Sigurin merkti, at Manchester United setti nýtt met í bretskari fótbóltssøgu. Ongantíð áður hevur nakað lið megnað at forða mótstøðuliðum í at skora í 13 dystir á rað. Heilt neyvt er talan um 1212 minuttir, ið 38 ára gamli Edwin van der Sar hevur syrgt fyri, at einki mál er komið ígjøgnum hjá sær og liði sínum.

Harvið hevur hollendingurin bøtt um 22 ára gamla metið hjá Chris Woods, ið helt mótstøðuliðum frá at skora í 1196 minuttir, tá hann spældi við Glasgow Rangers. Og av tí sama hevur Alex Ferguson, manager hjá Manchester United, loksins viðgingið, at holið eftir navnframa danska málverjan, Peter Schmeichel, er tipt.

Við bretskar miðlar sigur Ferguson, at hann nú vildi ynskt, at Edwin van der Sar gjørdist beinleiðis avloysarin hjá Peter Schmeichel, tá danin fór í 1999. Tíverri fyri Ferguson og Manchester United kom van der Sar ikki fyrr enn í 2005. Tíðarskeiðið millum 1999 og 2005 brúkti Alex Ferguson ikki færri enn tíggju ymiskar málverjar.

Men við van der Sar fekk Ferguson loksins aftur ein málverja, ið var garantur fyri støðufesti og spæl í heimsflokki hvørt vikuskifti.

At van der Sar er ein málverji í heimsflokki, hevur hann eisini prógvað á landsliðnum, har hann hevur hildið mótstøðuliðum frá at skora í tíggju dystir á rað, ella tilsamans 1013 minuttir, sum er evropeiskt met. Samstundis er hann eisini tann leikarin, ið hevur leikt flestar landsdystir fyri Holland – 125 dystir er talan um.

Í gjár var van der Sar við at syrgja fyri, at Manchester United endurvann oddasessin, sum Liverpool hevði yvirtikið við sínum sigri leygardagin. Ryan Giggs skoraði einasta málið í dystinum. Hetta fall, tá stívliga ein tími var spældur av dystinum ímóti West Ham, og málið er eisini tað fyrsta hjá 35 ára gamla walisanum.

 

Liverpool oddalið í eitt døgn

Hevði tað ikki verið fyri málið frá Ryan Giggs, so hevði oddaliðið í Premier League verið Liverpool. Teir vunnu við trimum málum móti tveimum á útivølli ímóti Portsmouth. Dysturin varð spældur leygarkvøldið, og við sigrinum fór Liverpool framum Manchester United. Í roynd og veru var Liverpool oddalið í eitt lítið døgn.

Sigrinum mátti Liverpool annars stríðast fyri. Portsmouth førdi bæði 1-0 og 2-1, og tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at innskifti Fernando Torres gjørdi sigursmálið. Undan honum høvdu Dirk Kuyt og Fabio Aurelio gjørt hvør sítt mál fyri Liverpool, meðan David Nugent og Herman Hreidarsson gjørdu málini hjá Portsmouth.

Tapið hjá Portsmouth er tað triðja á rað, og liðið hevur ikki vunnið ein dyst í Premier League síðani 30. november. Við øðrum orðum er talan um níggju dystir á rað, har Portsmouth hevur tapt ella spælt javnleik.

Tá sær betur út hjá Liverpool, sum ikki hevur tapt seinastu 14 dystirnar. Hinvegin hevur liðið bara vunnið sjey av hesum, samstundis meðan Manchester United hevur vunnið 11 av sínum 13 seinastu dystum.

 

Aston Villa yvirhálar

Av øðrum áhugaverdum úrslitum er vert at hefta seg við málleysu javnleikirnar hjá Chelsea og Arsenal, og so sjálvandi eisini sigurin hjá Aston Villa. Tí við málunum frá Milner og Agbonlahor fór Aston Villa framvið bæði Chelsea og Arsenal, ið ikki fingu meiri enn eittans stigi hvør.

Aston Villa staðfesti harvið enn einaferð, at teir eru besta útivallarliðið í Premier League í ár. 10 sigrar og tilsamans 30 stig hevur felagið heinta uttanfyri Villa Park.