121.767 kr. til Skótahjálpina

Tíðindaskriv

Úrslitið av skótahjálpini, sum var í døgunum 23.-30. september í ár, var 121.767,30 kr.

Skótahjálpin takkar hjartaliga fyri stuðulin!

Soviposan, um kastað varð lut um leygarkvøldið 30. sept., vann ein skóti í Skótaliði Sigmund Brestissonar, Tórshavn.

Sum áður sagt frá stuðlar Skótahjálpin 2000 verkætlanini hjá Barnabata at geva út faldara um Barnatelefonina og verkætlanina um at útvega undirvísingarmiðlar til skúla í Kontoba í Etiopia.

Nevndin fyri Skótahjálpina fer á næsta fundi, fyrsta mikudag í november, at gera av, hvussu nógvur peningur verður latin hvørjari verkætlan, og hvussu stórur partur av innkomnu upphæddini skal verða settur í serliga hjálpargrunnin.