120 starvsfólk á skeiði í fyrstuhjálp

VEKS hevur farnu vikurnar havt 120 starvsfólk á skeiði í fyrstuhjálp

 

Tað er deildarleiðarin á Korndalsbýlinum, Tórgerð Jallgrímsdóttir, sum eisini er instruktørur í fyrstuhjálp, ið hevur staðið fyri skeiðnum.

Skeiðið er ein liður í at fáa fyrstuhjálp á eitt trygt og varandi støði í VEKS. Ætlanin er at skipa fyri regluligum og afturvendandi skeiðum. Málið er annaðhvørt ár.

Skeiðini eru liður í yvirskipaða málinum um viðlíkahald og menning av fakliga grundarlagnum í VEKS.

– Við at miðja móti støðugari læru og førleikamenning, gerst VEKS ein tryggari tænastuveitari, hjá okkara borgarum, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS.

##med2##