Fríggjakvøldið 22. november halda hjúnini Randi og Petur Jacobsen ein felags 60 ára føðingardag. Bæði eru fødd í 1953 (Petur 10. juli og Randi 22. nov.). Tey vóru heilt ung, tá tey møttust í Søldafirði, har bæði vóru komin at arbeiða. Tey blivu gift sum 18 ára gomul og hava búð í Søldafirði síðan.
Randi og Petur eiga 5 børn. Petur er bilmekanikari og rekur nú útvarps- og sjónvarpssendinet. Randi er grannskoðari. Petur búði størsta partin av skúlaárunum í Klaksvík, og Randi vaks upp á Tvøroyri.
60 ára føðingardagurin verður hildin í nýggja partinum av Elim í Søldafirði. Opið hús er frá kl. 17:00 og øll eru hjartaliga vælkomin.










