120 lønarseðlar um mánaðin

- Suðuroyar Sjúkrahús hevur alstóran týdning fyri Suðuroynna, men so sanniliga eisini fyri Tvøroyri, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

Eitt av fyrstu felags átøkunum hjá nýggja býráðnum í Tvøroyrar kommunu var ein vitjan á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta var ein kunningarfundur, har sjúkrahússtjórin, Ronnie Midjord, fekk høvi at heilsa upp á nýggju kommunustýrislimirnar og greiða teimum frá bygninginum og virkseminum.

 

Tað veit heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu at siga í dag.

 

- Suðuroyar Sjúkrahús er eitt tað størsta arbeiðsplássið í Suðuroy. Her eru umleið 66 fulltíðarstørv, og verða tey tímaløntu tikin við, verða umleið 120 lønarseðlar skrivaðir út um mánaðin. Økið og bygningarnir eru stór og viðlíkahaldskrevjandi, og tað krevur sítt at hava eitt vælvirkandi sjúkrahús.

 

Á kunningarfundinum greiddi Ronnie Midjord hegnisliga frá um virksemið á sjúkrahúsinum, um uppbygnaðin innan ymisku fakøkini, um tilbúgvingarskipanina og um tey mongu, framkomnu tólini, ið sjúkrahúsið hevur í dag.

 

- Býráðslimirnir fingu eisini høvið at spyrja um ymiskt, sum teimum lá á hjarta, og hetta var sambært heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu ein sera konstruktivur fundur.

 

Á heimasíðuni verður staðfest, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur alstóran týdning fyri Suðuroynna sum heild, men so sanniliga eisini fyri Tvøroyri, og tey gleðast um at hava eitt væl rikið og væl virkandi sjúkrahús á Tvøroyri.