Tað var fult hús hjá Poul Michelsen í gjárkvøldið, tá hann hevði boðið til fundar um nýggja flokkin, Framsókn, sum nú verður stovnaður. Høvuðspersónarnir handan nýggja flokkin eru Poul Michelsen, løgtingsmaður, og Hanna Jensen í Gøtu, sum eisini kemur úr Fólkaflokkinum.
- Á fundinum í gjárkvøldið greiddu vit frá okkara ætlanum við flokkinum, og hvørjum grundarlag, ætlanin er at stovna flokkin uppá. Tað arbeiðið, sum nú er í gongd, er grundarlagið undir stevnuskránni, sum skal gerast í næstum, sigur Poul Michelsen.
Og at stórur áhuga er fyri flokkinum bendir fundarluttøkan á. Tá 120 fólk møta, so er tað líka nógv, sum til ein stóran landsfund hjá Javnaðarflokkinum ella Tjóðveldisflokkinum, tí stóru flokkarnir klára valla at savna so nógv fólk til ein vanligan landsfund.
- Tað er nú ikki sjálvsagt, at øll hesi fólkini taka undir við mær, men hetta eru fólk, sum á onkran hátt standa mær nær. Summi tóku væl undir við ætlanunum, men onnur vóru meira varin, sigur Poul Michelsen.
Poul Michelsen verður gestur á Rás2 klokkan 12, og tá fer hann at greiða nærri frá ætlanini við nýggja flokkinum Framsókn.