12 vilja stýra Fiskaaling

Nevndin í P/F Fiskaaling fer nú at viðgera umsóknirnar, sum komnar eru til stjórastarvið.

Søkt hevur verið eftir nýggjum stjóra til Fiskaaling, og tá freistin at lata inn umsókn var úti 1. mars, hevði grannskoðari felagsins fingið 12 umsóknir um starvið.

 

Á nevndarfundi í felagnum 7. mars fekk nevndin handaðar umsóknirnar og fer nú at viðgera tær.

 

Øystein Patursson hevur seinastu tíðina røkt stjórastarvið í Fiskaaling, men hevur bara verið fyribilssettur í hetta starv.

 

Stjórin, sum skal setast, skal ganga á odda og saman við nevndini seta út í kortið kós felagsins.

 

Virksemið hjá Fiskaaling er fjøltáttað við rogna-og yngulframleiðslu til vinnuna, eins og stovnurin fremur vinnuvenda gransking og veitir vinnuni aðrar tíðarbundnar tænastur.

 

P/F Fiskaaling hevur eisini tætt samstarv við alifyritøkur, myndugleikar og granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands.