Eitt av tiltøkunum á tiltikna nýggjárshaldinum í Vági, er stórdansur á Eiðinum.
Seinastu árini hevur verið roynt at fáa kendar, dugnaligar og ikki minst væl umtóktar tónleikarar á pall.
Í ár verður onki undantak. Tað má sigast at vera eitt sterkt lið av tónleikarum, ið fara á pallin. 12 tónleikarar fara at undirhalda.
Eftir kyndlagongu, ella faklagongu - sum sagt verður í Vági, - bál og fýrverksshow, er stórur dansur á Eiðinum, har eitt sindur er fyri allar aldursbólkar, tí á pallin í Vágs Høll fara bæði Rox, Eyðun, Terji og Kim, og Ingi & Danny og í VB-húsinum spæla Hans Jacob & vinmenn.